Fyrireika øki til frælsan ítrótt áðrenn Oyggjaleikirnar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Snorri Brend

05.09.2013 - 17:31

Ítróttur > Ítróttur > Frælsur ítróttur

Klaksvík: - Vit ætla í øllum førum ikki, at kampinggestirnir skulu hava verri møguleikar í 2014, enn teir hava havt til aðrar Summarfestivalar.


Soleiðis segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík við portalin in.fo fyrr í vikuni, nú tað frættist at økið við Sandin partvíst skal brúkast til bygging av íbúðum.

Hetta kemur at ganga út yvir tey hundraðstals fólkini sum á hvørjum ári hava kampera her, meðan Summarfestivalurin hevur verið á skránni.

Borgarstjórin sigur, at ein møguleiki er at flyta kampingøkið yvir á parkeringsøkið við ítróttarhallirnar og á fótbóltsvøllin, um hann verður dekkaður við plátum.

Sum nevnt á Portal.fo fyrr í morgun, so arbeiðir Klaksvíkar kommuna við eini ætlan um eitt øki til frælsan ítrótt.

- Hetta skal kunna standa klárt í 2019, um so verður at Føroyar skulu verða vertir fyri Oyggjaleikunum hetta árið.

- Men verður økið planerað longu nú, kann tað eisini nýtast sum kampingøki, sigur Jógvan Skorheim.


Mynd:

- Vit vilja skapa bestu umstøður til kamping í Klaksvík, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri (innfeldur)