Mynd: FSF.

Fyrireikingarnar til Rumenia dystin eru byrjaðar

Hallur av Rana

24.03.2015 - 18:39

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Sunnudagin leikar føroyska landsliðið EM-undankappingardyst móti Rumenia. Í gjár fór liðið av landinum við kós móti Danmark, har liðið fyrireikar seg til dystin. Leygardagin gongur leiðin víðari til rumenska høvuðsstaðin Bukarest.

Í dag byrjaðu fyrireikingarnar av álvara, tá tvær venjingar vóru á skránni á Farum Park, har landsliðið hevur fingið lov at venja hesa vikuna.

Heimasíðan hjá Fótbóltssamband Føroya skrivar, at leikararnir spældu dyst móti hvørjum øðrum í venjingini í dag, har liðið varð deilt upp millum yngru og eldru leikararnar. Eldru leikararnir vunnu tann dystin 3-2.

Fótbóltssamband Føroya ásannar á heimasíðuni, at stóra avbjóðingin hjá landsliðsvenjaranum er hvør skal manna miðvøllin, nú hvørki Fróði Benjaminsen ella Hallur Hansson eru tøkir.