Tað var stórur fagnaður á sviunum í Splidt í kvøld. Svøríki vann á kroatisku vertunum, og er víðari við 4 stium í skjáttuni.
(Mynd: EPA)

Fyrri bólkurin í millumumfarinum sær soleiðis út

Agnar Frederiksen

16.01.2018 - 21:46

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Nú er greitt hvussu bólkur I í millumumfarinum í Kroatia sær út. Eftir úrslitini í dag eru Ísland og Eysturríki úti, meðan Svøríki stendur eftir sum heilt stóri vinnarin. Sviar kundu koma víðari við ongum stigi, men endaðu við at koma víðari við 4 stigum, av tí at Ísland tapti fyri Serbia. Frakland kemur eisini víðari við 4 stigum.

Trý lið úr hvørjum bólki eru víðari. Liðini fáa stig við sær, alt eftir hvussu nógv stig eru vunnin ímóti hinum liðunum í bólkinum, ið eisini koma víðari. Til dømis hava Svøriki og Kroatia bæði 4 stig í bólki A, men Svøríki vann á Kroatia, og eisini á Serbia, ið kom víðari. Kroatia vann eisini á Serbia, og so kom hin sigurin ímóti Íslandi, ið er úti. Tey stigini "fella so burtur" til millumumfarið.

Bólkur A


Svøríki 4
Kroatia 4
Serbia 2
Ísland 2

Svøríki fær 4 stig við sær víðari, Kroatia 2 og Serbia einki


Bólkur B:

Frakland 6
Norra 4
Hvítarussland 2
Eysturríki 0

Frakland fær 4 stig víðari, Norra 2 og Hvítarussland einki


Hesi seks liðini, sum eru komin víðari úr bólkunum A og B fara í bólk I í millumumfarinum. Har spæla liðini í bólki A ímóti liðunum í bólki B. Byrjanarstøðan í bólkinum er hendan:

Frakland 4
Svøríki 4
Kroatia 2
Norra 2
Serbia 0
Hvítarussland

Hósdagin(18/1) eru hesir báðir dystirnir á skránni:

Serbia – Norra
Kroatia – Hvítarussland

Leygardagin(20/1) skulu vinnararnir í bólkunum so hittast.
Lagt er upp til brak millum Frakland og Svøríki. Leygardagin verður eisini ein dystur, ið kann gerast sera avgerðandi,tá koratisku vertirnir bresta saman við Norra.

Í morgin verður so greitt, hvussu hin bólkurin í millumumfarinum fer at síggja út.