Arsneal basti sannførandi Milan í áttandapartsfinaluni, og tekur í kvøld ímóti CSKA Moskva. (Mynd: EPA)

Fyrru kvartfinalurnar verða leiktar í kvøld

Agnar Frederiksen

05.04.2018 - 17:05

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fyrru kvartfinalurnar í Champions League eru leiktar, og nú eru tað tey seinastu átta liðini í Europa League, ið skulu í eldin.

Talan er um átta lið úr átta ymiskum londum, og lagt er upp til nakrar spennandi uppgerðir. Tó eru tey fýra liðini, sum eru á heimavølli í kvøld favorittar - bæði í dagsins dystum og at koma víðari. til hálvfinalurnar

Allir dystirnir í kvøld byrja klokkan 20.05:

Arsenal - CSKA Moskva
Atletico Madrid - Sporting Lissabon
Lazio - Salzburg 
RB Leipzig - Marseille