(Mynd: Heðin Mortensen á Facebook)

Heðin Mortensen: Vaglið sær út sum eitt lossipláss



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

20.02.2018 - 14:24

Tíðindi > Streymoy - Tórshavn

Arbeiðið við at rudda gamla kommunuskúlagarðin við Vaglið í miðbýnum í Havn eftir at har hevur verið skoytubreyt, gongur alt ov spakuliga fyri seg.

Tað heldur Heðin Mortensen, sum ráddi fyri borgum á hesum ráðhústorgi fram til seinasta vetur.

Heðin Mortensen hevur í dag lagt út eina røð av myndum frá leivdunum av skoytubreytini, sum nú hava ligið í tríggjar vikur uttan at økið er gjørt til parkeringspláss aftur, men ístaðin líkist einum ”lossiplássi”.

Hann skrivar soleiðis: ”Má spyrja, nú 3 vikur eru farnar, síðan skoytivøllurin stongdi. Nær kunnu vit vænta, at økið verður ruddað, so parkeringsplássið kann nýtast aftur? Vaglið sær út í dag sum eitt “lossipláss”, hetta eigur ikki at finna stað í Havnini."