Fyrrverandi FBI ovasti: Trump moralskt óegnaður at vera forseti



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

16.04.2018 - 12:15

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Fyrrverandi FBI ovastin James Comey sigur nú í bandaðari samrøðu við amerikansku sjónvarpsrásuna ABC News, sum varð send í gjár, at Donald Trump er moralskt óegnaður at vera forseti.

Tað kom fram í samrøðuni, at Comey heldur, at Russland møguliga hevur so mikið tyngjandi upplýsingar um Trump, at Trump ræðist, at hetta kann verða brúkt ímóti sær.

James Comey sigur eisini í samrøðuni við ABC News, at Donald Trump minnir mest um ein mafiaboss og hevur so vánaligan moral, at hann ikki er egnaður at vera forseti í USA. Comey uppáheldur, at Trump ikki livir upp til vanlig amerikansk virði - sum til dømis at siga sannleikan.

Donald Trump koyrdi James Comey frá sum ovasta fyri FBI í mai í fjør.

Nakrar fáar tímar áðrenn samrøðan varð send, skrivaði Trump fleiri ferðir á Twitter um fyrrverandi FBI ovastan - og kallaði hann m.a. hálan og "tann RINGASTA FBI ovastan nakrantíð!".