Fyrrverandi klaksvíkstrolari longdur og heimstað í Miðamerika



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

23.05.2018 - 17:42

> Tíðindi > Føroyar

Fyrrverandi klaksvíkstrolarin Atlantic Navigator, sum JFK átti, er nú heimahoyrandi í Belize, og er longdur upp í 122 metrar.

Skipið var heimahoyrandi í Føroyum í eitt ár, og varð síðan selt av landinum aftur.

Seinni varð ein stór verkætlan gjør fyri skipið, har tað skuldi umbyggjast og leingjast til at fiska krill, men hendan ætlanin var tó slept, og Atlantic Navigator, sum hevði skift navn til Antartic Navigator, kom ikki í vinnu aftur fyribils.

Í fjør varð skipið tó selt til íslendingar, sum hava skrásett skipið í Belize, sum er í Miðamerika. Skipið hevur nú fingið navnið Navigator, og er nú aftur í vinnu.

Atlantic Navigator var í føroyska fiskiflotanum frá 2005 til 2008.