Skíggjamynd: ITV

Fyrrverandi Manchester United leikari komin í mótvind



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

19.06.2018 - 13:53

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fyrrverandi verjuleikarin hjá Manchester United, Juventus og Fraklandi, Patrice Evra, er komin í andglettin fyri sín atburð sunnukvøldið, tá hann var á skíggjanum hjá ITV sum fótbóltsserfrøðingur.

Saman við Patrice Evra virkaði kvinnuligi fótbóltsleikarin Eniola Aluko sum serfrøðingur hetta kvøldið.

Patrice Evra kom í andglettin eftir at Eniola Aluko hevði sína viðgerð av landsliðnum hjá Kosta Rika. Eftir at hava sagt sína meining um møguleikarnar, veikleikarnar og styrkirnar hjá miðamerikanska landsliðinum, helt Patrice Evra at hon gjørdi eitt so gott arbeiði, at hann helt tað verða passandi at klappa fyri henni.

Hetta hevur fingið øði í fleiri, sum tóku til ymiskar sosialar miðlar at finnast at Patrice Evra. Fólk meta tað verða sera niðurlátandi og konufólkakúgandi av Patrice Evra at klappa, tí at tey halda tað verða eitt tekin um, at hann ikki heldur, at kvinnur vita eins nógv um fótbólt sum mannfólk.

Eniola Aluko spælir í løtuni sum áleypari hjá italska stórfelagnum Juventus og hevur spælt 102 dystir og skora 33 mál fyri enska landsliðið.

Hetta er ikki fyrstu ferð at Patrice Evra er í andglettinum. Í november 2017 sparkaði hann eitt viðhaldsfólk hjá Marseille í høvdið, eftir at hesin hevði rópt eftir honum og hinum Marseille leikarunum, tá hesir hitaði upp til Evropa League dyst. Evra fekk forboð móti at spæla fótbólt í kappingum hjá UEFA fram til juni 2018.