(Mynd: Scanpix)

Fyrrverandi politistur handtikin fyri fleiri dráp og neyðtøkur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

26.04.2018 - 07:27

Tíðindi > Uttanlands > Brotsverk
Týsdagin varð ein 72 ára gamal fyrrverandi politistur handtikin í Sacramento og ákærdur fyri tvey dráp - fyri fyrst. Løgreglan heldur, at tann 72 ára gamli er maðurin, sum var atvold til ótta og ræðslu millum íbúgvar í pørtum av Kalifornia afturi í 1970unum og 1980unum við at drepa minst 12 fólk, neyðtaka 45 og bróta inn yvir 120 ferðir, skrivar Ritzau.

Tað vóru dna-prógv, sum førdu til handtøkuna av manninum, søgdu kanningarleiðarirnir á tíðindafundi mikudagin í Sacramento. Raðdrápsmaðurin var í síni tíð m.a. umrøddur sum "The Golden State Killer", "The East Area Rapist" og "Original Night Stalker". 

- Hann er blivin kallaður nógv nøvn. Í dag er tað okkara gleði at kalla hann tann ákærda, segði Tony Rackauckas, ákæri í Orange County, sambært DR.

Maðurin var politistur í 1970unum. Í 1979 varð hann tveittur úr løgregluliðnum i kjalarvørrinum av ákærum um handilsstuldur. Í 2016 gjørdi FBI so eina nýggja roynd at fanga raðdrápsmannin og lovaði eina finningarløn upp á 50.000 dollarar - góðar 300.000 krónur. 

Brotsmaðurin var kendur fyri at bróta inn til fólk, meðan tey svóvu - har hann neyðtók kvinnuna og síðan drap bæði mann og kvinnu. Tey, ið maðurin drap, vóru millum 13-41 ár. 

Maðurin skal í rættin í Sacramento í morgin.