Mynd: Shipspotting.com

Fyrrverandi strandfaraskip framvegis í vinnu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

25.02.2018 - 09:50

> Tíðindi > Føroyar

Fyrrverandi strandfaraskipið Teistin, sum røkti suðuroyarleiðina, er framvegis í vinnu.

Skipið varð selt til felagið Moby Lines í november í 1996, og hevur enn - 22 ár seinni, úr at gera við at sigla við børnum.

Felagið Moby Lines hevur seinastu mongu árini selt ferðir til familjur við smábørnum, og endamálið hjá felagnum er at skapa trivna og hugnaligar løtur, umborð, fyri lítil børn og familjur teirra.

Moby Lines eigur og rekur 15 skip, sum eru deild í tríggjar ymsar bólkar.

Ein bólkur av skipum er við skjóttgangandi fergum, ein annar er við langferðar ferðamannaskipum og tann triði bólkurin er við smærri fergum, har fyrrverandi strandfaraskipið er bólkað.

Fyrrvverandi Teistin kallast í dag Moby Ale. Skipið er bygt í 1969, og varð keypt til Føroyar í 1980. 

Teistin sigldi við ferðafólki millum Havnina og Tvøroyri, meðan systurskipið Smyril førdi ferðafólk aftur og fram millum Hetland og Føroyar. 

í 1996 varð avgerð tikin um, at annað skipið mátti seljast, og Teistin varð seldur til Italia, har tað framvegis hevur heimstað, og Smyril yvirtók suðuroyarleiðina.