Móðir og dóttur - Debbie Reynolds og Carrie Fischer - avmyndaðar í 2007 (Mynd: EPA)

Fyrst doyði dóttirin – so mamman


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

29.12.2016 - 07:00

Mentan > Mentan > Sjónleikur

Amerikanski sjónleikarin, Debbie Reynolds er deyð. Tað upplýsir sonur hennara, Todd Fischer.

84 ára gamla Reynolds er eitt nú kend fyri sín leiklut í stórfilminum ’Singing in the Rain’. Hon doyði dagin eftir, at dóttirin, Carrie Fischer, doyði.

- Tað er satt. Hon er hjá Carrie. Hon fór frá okkum stutt eftir at hon segði okkum hvussu nógv hon saknaði Carrie. Tað vóru hennara seinastu orð, sigur Todd Fischer við Reuters.

Eins og mamma sín, var Carrie Fischer ein kendur sjónleikari. Mest kend var hon fyri leiklut sín sum Leia prinsessa í Star Wars-filmunum.

Eftir at tað frættist um deyða hennara, skrivaði mamman á Facebook um stóru sorg sína.

- Takk tit øll, ið hava fevnt um listagávurnar hjá míni fantastisku og elskaðu dóttir. Eg eri takksom fyri allar tykkara tankar og bønir, skrivaði gamla sjónleikarinnan.

Todd Fischer sigur við CNN, at hann tosaði við mammu sína stutt eftir at systirin doyði. Debbie Reynolds segði hvussu nógv hon saknaði dóttur sína.

Debbie Reynolds hevur livað eitt langt lív sum sjónleikari bæði á filmi og á palli. Hon hevði sína stórheitstíð í trýssunum. Í 1965 varð hon tilnevnd ein oskar fyri besta kvinnuliga leiklut í filminum ’The Unsinkable Molly Brown’.

Í gjár varð hon innlagd á Cedars-Sinai sjúkrahúsið í Los Angeles. Hon hevur, sambært Reuters, havt trupulleikar við heilsuni hesi seinastu árini. Eitt nú gav hon í november 2015 avboð til ein døgurða, har hon skuldi taka ímóti einum heiðurs-Orcar fyri sína drúgvu yrkisleið innan showbusiness, skrivar Ritzau.

Les eisini: Carrie Fischer deyð