Fyrst gekk Pokemon GO sína sigursgongd – nú roynir Harry Potter at gera kynstrið eftir



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

11.11.2017 - 21:35

Mentan > Undirhald

Heilt stóra spælið til fartelefonina í fjør var slóðbrótandi Pokemon GO. Nú royna skapararnir av Pokemon GO at endurtaka góða úrslitið við einum Harry Potter spæli.

Nýggja spælið fer at eita “Harry Potter: Wizards Unite”, og fer spælið at nýta somu tøkni, sum Pokemon GO. Spælið verður ment saman við Warner Bros. sum framleiddi Harry Potter filmarnar.

Í Spælinum skal ein læra seg gand og berjast móti gandakendum verum. Summir bardagar verða so krevjandi, at ein er noyddur at spæla saman við øðrum leikarum, fyri at vinna á fíggindanum.