Fyrsta bókin í 2017



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

03.01.2017 - 14:14

Mentan > List > Bókmentir

Forlagið Fannir hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunasjónleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið nógv spældir í Føroyum.

Viðmerkingar eru skrivaðar til leikirnar, og eru greinir skrivaðar um teir, eru tær prentaðar við.

Nú kemur so 21. leikritið, ”Giftingarfør Genta”, sum norðmaðurin Torvald Tu (1893-1955) skrivaði seinast í 1920-unum. Hetta er skemtileikur í trimum pørtum. Nyholm Debess (1882-1952) týddi til føroyskt. Leikurin varð fyrstu ferð leiktur á Velbastað í 1930. Í Havn varð hann framførdur árið eftir, og seinni hevur hann verið spældur í fleiri bygdum.

Í 25 ár búði Torvald Tu saman við vinmanni sínum, klaverleikaranum Trygve Johannes Stangeland (1898-1969). Teir vitjaðu í Føroyum í desembur í 1931 og vóru á palli í Sjónleikarhúsinum. Teir vórðu væl fagnaðir.

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis. Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd. Leikrit 21 er 90 síður.

Tíðindaskriv frá Forlagnum Fannir