Eunice Gayson og Sean Connery spældu saman í James Bond filmunum Dr No og From Russia With Love.

Fyrsta Bond-daman deyð



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

10.06.2018 - 10:43

Mentan > Undirhald

Bretska sjónleikarinnan, Eunice Gayson, andaðist fyrrakvøldið 90 ára gomul, skrivar BBC.

Hon gjørdist verðinskend, tá ið hon spældi við í fyrsta James Bond filminum "Dr No" frá 1962 sum Sylvia Trench. Hon spældi eisini við í næsta James Bond filminum saman við Sean Connery "From Russia With Love", sum útkom árið eftir. 

- Vit eru sera rørd av at hoyra tíðindini, at Eunice Gayson, sum var okkara fyrsta Bond-dama, og spældi Sylvia Trench í "Dr No" og "From Russia With Love" er deyð. Okkara djúpasta samkensla er við familju hennara, søgdu framleiðararnir av Bond-filmunum, Michael G. Wilson og Barbara Broccoli sambært DR. 

Tað er í fyrsta filminum "Dr No", at kenda linjan "Bond, James Bond" stavar frá, tá ið Sylvia Trench og James Bond hittast fyri fyrstu ferð.