EBS/Skála tryggjaði sær FM á seinasta degi í fjør í innanhýsis dysti ímóti KÍ. Nú er ein nýggj kapping fyri framman, har tað kann væntast, at HB fer at blanda seg í stríðið í oddinum.
(Mynd: Sverri Egholm)

Fyrsta bríksl í dag: Spennandi kappingarár fyri framman

Agnar Frederiksen

11.03.2018 - 09:19

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fremsta kvinnudeildin fer í gongd seinnapartin. Øll seks liðini skulu í eldin, og skráin er hendan: 

12.15: B36 – EBS/Skála (Úsettur til týskvøldið)

15.00: B68 – HB

17.30: ÍF/Víkingur – KÍ

Kappingin í fjør endaði á dramatiskan hátt, har spenningur var til seinasta sekund á Eiði.
At enda gjørdi EBS/Skála enda á flottu FM-sigurrøðini hjá KÍ. Liðið vann eisini steypakappingina og harvið greipuna. Nú er spennandi um samansetta liðið megnar at halda seg á tindinum.

Í Klaksvík er svongdin allarhelst stór eftir eitt ár uttan steyp, og spurningurin er, um sigursvanda liðið megnar at reisa seg aftur. Tað kann íhvussu er væntast, at klaksvíkskvinnur koma at bjóða av heilt har uppi aftur í ár.

HB mentist sum kappingarárið í fjør leið. Liðið vann heili 4-0 í Klaksvík ímóti endanum av kappingini, og hetta gjørdist avgerandi fyri FM-heitið. HB gav eisini EBS/Skála skarpan gang í steypafinaluni, og nú hevur liðið fingið markantan styrk við millum annað ársins leikara, Heidi Sevdal úr EBS/Skála. Tað eru harvið góðar vónir til havnarkvinnur, og nú er spennandi um HB, kann fara av álvara bjóða av í oddinum.

Í fjør var langt frá EBS/Skála og KÍ niður til HB á 3.plássið, og frá HB niður til hini trý liðini var eisini ilangt. Har lyfti ÍF/Víkingur seg upp á fjórða pláss eftir eina góða seinnu hálvu. B36 endaði tvey stig aftanfyri, og B68 var aftast. Talan eru um ung lið, ið tað er torført at meta um. B36 hevur mist lyklaleikarar, har Sarita Maria Mittfoss er farin til grannarnar, og toppskjúttin Ásla Johannesen er farin at royna seg í donskum fótbólti. 

Dagført kl.11.15: Dysturin ímillum B36 og EBS/Skála er útsettur til týskvøldið kl.19.30. Dysturin verður á Tórsvølli.