Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið

Frysta ein hval til sjómannadagin

Sverri Egholm

23.05.2018 - 18:43

Mentan >

Fyriskipararnir av Føroya Sjómannadegi, sum verður hildin í Klaksvík í august mánaði, fingu í gjár ein hval frá grindini í Syðrugøtu at skera upp.

Hetta verður gjørt í summar, og tí verður hvalurin lagdur í ein fyrstikontainara, har hann verður liggjandi til sjómannadagarnir byrja.

Hvalurin verður brúktur av Grindamannafelagnum til undirvísing í, hvussu hvalur verður skorin upp. Framsýningin verður eisini tulkað til enskt, soleiðis at ferðafólk, ið eru á Sjómannadegnum, eisini hava møguleika at kunna seg um hetta tilfeingi okkara, skrivar nordlysid.fo.

Sí fleiri myndir á nordlysid.fo her