Bárður Olsen skal í kvøld upp ímóti sínum gamla liðið. Royndi miðvallarin og liðfelagir hansara komu víðari frá seinasta umfari við 1-0 sigri í Runavík.
(Mynd: Jens Kr.Vang/Savnsmynd)

Fyrsta fjórðingsfinalan verður í kvøld

Agnar Frederiksen

09.05.2018 - 10:08

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Tað er AB, ið tekur ímóti EB/Streymi. Hesi liðini hittust í 2.umfarið í Betri-deildini. Tann dysturin varð leiktur í Hólmanum, og hann endaði málleysur.

Í áttandapartsfinalunum vann EB/Streymur sum væntað ímóti Undrinum úr 2.deild. EB/Streymur vann 3-0 í Gundadali. AB stóð hinvegin fyri einum stórum yvirraskilsi, tá argjamenn vunnu 1-0 við Løkin ímóti steypavinnarunum frá í fjør. Nú bresta liðini saman á Argjum, og lagt er upp til eina spennandi fjórðingsfinalu.

 EB/Streymur er fimm stig frammanfyri AB í Betri-deildini, men liðið hjá Heðini Askham hevur ikki vunnið í landskappingini síðani 3.umfar. Argjamenn hava spælt nógvar góðar dystir í ár, og síggja nú møguleikan at halda við steypaævintýrinum við at spæla seg í hálvfinaluna.

Fyrsta bríksl á Argjum í dag er klokkan 18.00. Dómari er Petur Reinert.


Hinar tríggar fjórðingsfinalurnar verða leiktar í morgin: 

B36 - Skála
HB - B71
Víkingur - TB/FCS/Royn