Rannvá vann bronsuna

Ingi Samuelsen

30.06.2017 - 10:11

Ítróttur > Ítróttur > Badminton

Fyrsta føroyska heiðursmerkið í badminton er nú tryggjað.

Tað var Rannvá Djurhuus Carlsson, sum fyri løtu síðani vann bronsufinaluna móti Chloe Le Tissier av Gurensey við 3-0. Settúrslitini vóru 21-19, 21-19.

Rannvá skal spæla eina bronsufinalu afturat í dag. Tað er í blandaðum tvímansleiki saman við Niklas Eysturoy.