Fyrsta skotið fyri Eysturoyartunlinum týsdagin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Redaktion

17.02.2017 - 08:01

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

Í sambandi við, at fyrsta skotið í byggingini av Eysturoyartunnlinum verður latið av nú týsdagin, 21. februar, verður alment hátíðarhald á Strondum.

Hetta boðar felagið P/F Eystur- og Sandoyartunlar frá í tíðindaskrivi í morgun, vísandi á, at um viðrar, verður byrjað klokkan 14.

Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur og Sandoyartunlum, leggur eftir ætlan út við at bjóða vælkomin, og halda hareftir Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Artur Johansen, bygdarráðsformaður í Sjóvar Kommunu, røðu

Røðurnar verða við tunnilsmunnan á Strondum.

Klokkan 14.15 skjýtur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, so fyrsta skotið.

Eftir hesa hátíðarløtuna verða kaffi, te og køkur at fáa í bygdarhúsinum á Strondum

Fyriskipararnir leggja aftrat, at verður veðrið ikki til vildar, verða røðurnar í staðin hildnar í bygdarhúsinum eftir fyrsta skotið

Í sambandi við hátíðarhaldið, siglir annars Ternan av Bursatanga kl. 12.30 inn á Strendur. Túrurin er ókeypis. Á vegnum verður lagt at í Nólsoy. Siglt verður aftur av Strondum kl. 16.00 til Havnar. Ternan tekur 295 ferðafólk. Bussur koyrir frá Ternuni til tunnilsmunnan, eins og frá tunnilsmunnanum til bygdarhúsið og aftur til Ternuna.