Savnsmynd

Fyrsta skotið fyri nýggja Sundsverkinum latið av mikudagin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

22.05.2017 - 12:35

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Annað

Mikudagin verður fyrsta skotið latið av fyri nýggja Sundsverkinum, og í hesum sambandi bjóðar SEV øllum áhugaðum at verða til staðar. Sundsverkið verður ein eyka trygd undir grønu elskipanini

Articon letur fyrsta skotið av fyri nýggja Sundverkinum mikudagin kl. 16.00, tá ið Articon sum høvuðsarbeiðstakari av álvara setir skjøtil á arbeiðið. SEV bjóðar øllum áhugaðum at vera til staðar á Sundi, har skipað verður fyri stuttari samkomu, og har John Zachariassen, nevndarformaður í SEV, fer at halda røðu.

Sundsverkið hevur ein týðandi leiklut, tí verkið er tiltakstrygdin hjá føroyska samfelagnum og samstundis trygdin undir grønu kósini, sum hevur til endamáls, at øll orka á landi verður grøn í 2030.

- Altíð streymur – tað eru krøvini til elskipanina. Viknar elskipanin, so ridlar alt samfelagið. SEV skal syrgja fyri tryggum elloysnum, samstundis sum bygt verður út á grønu kósini, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

Hann vísir samstundis á, at leikluturin hjá Sundverkinum minkar líðandi komandi árini til at verða ein eyka trygd undir elskipanini, so hvørt sum alsamt fleiri grønar orkukeldur koma inn í elframleiðsluna. Ein eyka trygd, um til dømis varandi orkukeldurnar ella framleiðslueindir svíkja – eisini tá Føroyar eru grønar í 2030.

Framburðurin kom saman við elorkuni, og í dag er SEV ein sjálvsøgd trygd undir øllum virksemi í landinum. SEV skal veita øllum samfelagnum streym, soleiðis at føroyska samfelagið alla tíðina er í framgongd.

Nýggja Sundsverkið verður bygt sambært nútíðarkrøvum. Motorarnir eru haldgóðir og kunnu veita neyðuga máttin beinanvegin, tørvurin á elorku økist. Nýggja Sundsverkið verður sett í rakstur á vári 2019.

Tíðindaskriv frá Sev.