Fyrsta velevnið boðar frá sínum áhuga fyri forsetasessinum

Ingi Samuelsen

29.07.2017 - 12:54

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Tað eru einans gingnir seks mánaðir síðan Barack Obama flutti út úr Hvítu Húsunum í Washington, og Donald Trump flutti inn.

Núsitandi forsetin skal ikki stríðast um sessin aftur fyrr enn í 2020. Men longu nú hevur fyrsta mótvalevni komið á breddan.

Talan er um demokratin John Delaney, sum í gjárkvøldið boðaði frá, at hann fór at royna at gerast valevni vegna flokk sín.

- Amerikanska fólkið er nógv betri, enn tað, ið okkara flokkar eru samanlagt, skrivaði hann í gjár í eini viðmerking í blaðnum The The Washington Post.

Delaney er limur í umboðsmannatinginum og annars millum ríkastu limirnar í kongressini. Hann hevur sitið í tinginum síðan 2012 umboðandi Maryland. Undan tí arbeiddi 54 ára gamli demokraturin í banka.

Tað er tó enn yvir 1100 dagar til forsetaval verður aftur í USA. Vanligt er annars ikki, at valevni boða frá at tey stilla upp, fyrr enn miðskeiðisvalini hava verið hildin.