Fyrsti biograffilmurin í Saudi Arabia í 35 ár gjørdist “The Emoji Movie”



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

16.01.2018 - 20:46

Mentan > List > Filmslist

Eftir 35 ára forboð, er nú aftur loyvt at vísa biograffilmar í Saudi Arabia. Og fyrsti filmurin, sum saudiarabar hava møguleika at síggja í biografinum, gjørdist teknifilmurin “The Emoji Movie”.

Fleiri enn helvtin av íbúgvarunum í Saudi Arabia eru 25 ár ella yngri. Tí verður The Emoji Movie fyrsta biografuppliving hjá einum stórum parti av saudiarabum.

Hyggjararnir kunnu tó ikki vænta sær ein góðan film, tí at “The Emoji Movie” hevur fingið stak vánalig ummæli, skrivar filmz.dk.

At tað aftur er gjørligt at fara í biograf í Saudi Arabia, er liður í eini roynd, at gera búskapin í landinum minni bundnan at oljuni.