Mynd: Jens Kr. Vang

Fyrsti dysturin byrjar klokkan 14

Sverri Egholm

19.03.2017 - 12:45

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Klokkan 14 byrjar fyrsti dysturin í øðrum umfari í bestu mansdeildini í fótbólti. Fult umfar er í dag, og allir hinir dystirnir byrja klokkan 15.

Á Skála er HB á vitjan. HB kann eftir fyrsta umfar kalla seg oddalið við trimum stigum og flest málum við einum 2-0 sigri á 07 Vestur síðsta sunnudag. Skálamenn kunnu eisini vera væl nøgdir, tí teir megnaðu at fáa eitt stig heim við, tá teir vóru á vitjan hjá KÍ í einum heldur rokaligum dysti við ongum máli, fleiri gulum kortum og einum reyðum korti.

Hóast stórt trýst á mótstøðuliðið, megnaðu fuglfirðingar ikki at fáa nakað stig heim við, tá teir sunnudagin vitjaðu nýggja suðuroyarliðið við Stórá í Trongisvági. ÍF skal tí visa hvør dugur er í teimum, tá uppflytararnir úr EB/Streymi eru á vitjan. EB/Streymur hevur eitt stig á kontuni, tí óvæntað fingu teir ein 1-1 javnleik á útivølli móti NSÍ fyrsta umfar.

Hinir uppflytararnir úr Vágum spæla móti nýggja felagsliðnum úr Suðuroynni, TB/FCS/Royn ella Suðringar, sum teir verða róptir. 07 Vestur vísti serliga í seinna hálvleiki móti HB síðsta sunnudag, at teir duga eitt ella annað, og tí verður spennandi at fylgja gongdini í dag. Síðsti sunnudagur var ein sannur fagnardagur fyri Suðuroynna. Bæði vágbingar og tvøramenn stóðu saman um liðið, og tað gav úrslit. Saman við HB eru Suðringar teir einastu, sum hava fult stigatal eftir fyrsta umfar.

Í Runavík er eisini lagt upp til ein spennandi dyst, har NSÍ og Víkingur bresta saman. Hetta eru helst tveir av kandidatunum til at vinna FM-heitið í ár. Bæði liðini fingu javnleik í fyrsta umfari, og tí er svongdin helst stór eftir fullum stigatali í dag.

Tað sama kann man siga um dystin millum B36 og KÍ. Bæði fingu javnleik síðsta umfar. Teir hvítu á B36 liðnum kunnu vera nøgdir við ein javnleik móti føroyameistarunum í fjør, men KÍ hinvegin fekk javnleik móti Skála. Tað er ikki nøktandi fyri bláu bylgjuna í Klaksvík, sum í fjør kundi fegnast um løgmanssteypið og silvurheiðursmerki í landskappingini.

Dystirnir eru hesir
Skála - HB (kl. 14:00)
ÍF - EB/Streymur (kl. 15:00)
07 Vestur - Suðringar (kl. 15:00)
NSÍ - Víkingur (kl. 15:00)
B36 - KÍ (kl. 15:00)


Stigatalvan
1. HB (3 stig)
2. TB/FCS/Royn (3 stig)
3. NSÍ (1 stig)
4. EB/Streymur (1 stig)
5. Víkingur (1 stig)
6. B36 (1 stig)
7. KÍ (1 stig)
8. Skála (1 stig)
10. ÍF (0 stig)
9. 07 Vestur (0 stig)