Fyrsti føroyingurin í 2018 føddur 03:02 nýggjársnátt



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

02.01.2018 - 20:51

Tíðindi >

Rakul Svabo Róadóttir og Atli Jacobsen gjørdust foreldur at fyrsta føroyinginum í 2018.

Talan er um eina gentu, og hon varð fødd klokkan 03:02 nýggjársnáttina. Føðingin gekk væl.

- Eg varð upprunaliga sett at eiga annan jóladag, men tað hendi so ikki tá. Vit bíðaðu í spenningi, og eg skilti á tónalagnum rundan um meg, at fólk vóru nokkso spent um tað fór at blíva síðsti føroyingur í 2017 ella fyrsti í 2018. Tað bleiv so fyrsti í 2018, segði ein glað mamma við Dag & viku í kvøld.

Føroyingar eru raskir at eiga og gera børn. Í 2017 vóru 650 børn fødd, og í 2016 vóru 674 børn fødd í Føroyum.

Sí alt innslagið her