Fyrsti langfilmur Sakarisar klárur til stóra løriftið

Ingi Samuelsen

05.09.2017 - 10:40

Mentan > List > Filmslist

Endiliga hendir tað – fyrsti veruligi føroyski spælifilmurin, skrivaður, framleiddur og upptikin av føroyingum – er nú klárur at verða varpaður upp á stóra filmsløriftið.

Talan er um filmin ”Dreymar við havið / Dreams by the Sea” hjá Sakaris Stórá.

Sakaris hevur fyrr gjørt vart við seg við nógv róstu stuttfilmunum ”Passasjeren”, ”Summarnátt” og ”Vetrarmorgun”. Hesaferð er talan um ein langfilm, hóast longdin bert 1 tíma og 20 minuttir. Marjun Syderbø Kjelnæs hevur skrivað søguna, og Helena Heðinsdóttir og Juliett Nattestad spæla høvuðsleiklutirnar.

Lýsingin av søgugongdini er soljóðandi: ”Ester (Juliett Nattestad) býr í lítlu bygdini við havið, hon gongur í sunnudagsskúla, keðir seg og onki hendir. Alt hetta broytist tá Ragna (Helena Heðinsdóttir) flytur til bygdina.
Gjøgnum Ragnu letur ein nýggjur heimur seg upp, ein heimur uttan mørk. Men Ragna hevur trupulleikar at dragast við, og Ester lærir skjótt, at frælsi og val hava avleiðingar. Saman droyma tær um at sleppa burtur, men gera sær ikki rættiliga far um, hvat tær flýggja undan, ella hvagar tær skulu fara.”

Ein undanfrumframførsla verður í Norðurlandahúsinum í kvøld, har filmurin verður vístur fyri stuðlum og fólki, ið hava verið við til at gera stóru verkætlanina til veruleika.

Sjálv frimsýningin verður í Havnar Bio í annaðkvøld, tá Filmsfelagið sýnir ”Dreymar við Havið” sum tann fyrsti filmurin í hesi vetrarskránni. Frá hósdagin gongur filmurin inn í vanliga tilboðið á skránni hjá Havnar Bio innan filmurin fer út at ferðast kring heim.

Spennandi september

Frumframsýningin av "Dreymar við Havið" er ikki tað einasta, sum hendir filmslistarliga í Føroyum hesa komandi tíðina.

Yvirhøvur er september ein spemmandi filmsmánaður við fleiri spennandi tilboðum á hvíta løriftinum. Tað vísir nevndin fyri Føroysk Filmsfólk á í skrivi, har tey eisini peika á minnilutafilmsfestivalin, ið byrjar hósdagin, filmsdagar í felag og endurfrumsýningina av "Barbara" í sambandi við at 20 ár eru liðin síðan frumsýningina.

Les skrivið hjá Føroyskum Filmsfólkum her