John Petersen á toppinum á Trøllkonufingri. Mynd: Instagram/Vodafoneforoyar

Trøllkonufingur: Allir komnir upp á toppin

Sverri Egholm

07.07.2015 - 18:02

Tíðindi >

Tað var klokkan 3 mánanáttina at teir teir fýra Pætur Jødal Niclasen, Jóhannus Hansen, John Petersen, Bergur Mikladal byrjaðu at klintra upp á toppin á Trøllkonufingri.

Dagføring 18:07: So eru allir mans komnir upp á toppin á 313 metrar høga Trøllkonufingri.

Dagføring 17:30: Nú er triði maðurin komin upp eisini


Nú beint eftir klokkan 16 eydnaðist tað Berguri at koma upp. Eitt sindur áðrenn klokkan 17 eydnaðist tað Jóhannusi at koma upp á toppin eisini. Ætlanin er at Pætur og John eisini skulu koma upp á toppin, men hetta fer at taka eina løtu.

Men tað gongur væl, sigur jn.fo, sum er á staðnum. Myndarøð verður á jn.fo seinni í kvøld av klatringini av teimum seinastu metrunum.

Myndin niðanfyri er tikin fyrr í dag, tá teir vóru á umleið 260 metrum. Man kann ikki siga annað enn, at hetta eru nakrir djarvir fýrar, sum klintra har.

Mynd: Jens Kr. Vang


Sí eisini: Klintra upp á Trøllkonufingur