Fyrsti OL-íðkarin er dumpaður í dopingroynd

Ari av Rana

13.02.2018 - 14:12

Ítróttur >

Nógvar kanningar verða gjørdar av íðkarunum hvørja ferð OL er, og nú hevur OL-íðkari í Pyeongchang í Suðurkorea dumpað dopingroynd.

Talan er um japanska skjótskoytaran Kei Saito, sum sambært jaoanskum miðlum, dumpaði sína dopingroynd.

Kei Saito hevur enn ikki kappast í OL í Pyeongchang, og tað fer hann hægst sannlíkt heldur ikki. Enn er ikki almannakunngjørt hvat evni Kei Saito hevur nýtt, men talan er um eitt ólógligt evni.

21 ára gamli Kei Satio er fyrsti japanin, sum nakrantíð hevur dumpa eina dopingroynd í einum vetrar-OL. Japanska OL-nevndin fer væntandi at hava viðmerkingar til sakina á tíðindafundi seinni í dag.

Kei Saito er bannaður frá bæði OL og øllum øðrum kappingum, inntil sakin er viðgjørd.

Sjálvur hevur Kei Satio gingið við til at fara úr OL-býnum, men hann slær fast, at hann er ósekur og skelkaður av positivu dopingroyndini.



beint nú