Norski oljuráðharrin, Terje Søviknes varð millum gestirnar, tá latið varð upp fyri fyrsta fjarstýrda oljupallinum úr landi í Norra

Fyrsti oljupallurin í Norra fjarstýrdur úr landi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

09.11.2017 - 15:37

Oljan >

Í morgun varð latið upp fyri fyrsta oljupallinum til havs í Norra, sum er fjarstýrdur úr landi. Talan er um Valemon pallin, sum Statoil eigur.

” Hetta er ein varði í søguni hjá Statoil. Vit hava leingi havt eftirlit við pallum til havs úr landi, men við fjarstýringini av Valemon, hava vit tikið eitt týðandi stig á okkara digitaliseringsferð,” sigur Gunnar Nakken, stjóri fyri ”Drift Vest” í Statoil.

Valemon pallurin er teknaður og bygdur til at verða fjarstýrdur úr landi. Statoil hevur í dag ongan slíkan pall, men at hetta fer at verða loysnin í framtíðini fyri fleiri minni og meðalstórar pallar er eingin ivi um. Tá verður fjarstýring ein týðandi partur av eini útbygging og framleiðslu. Spurningurin er at menna tøknina og brúka hana rætt.

Størsti parturin av okkara virksemi fer framhaldandi at vera umborð á stórum mannaðum pallum, so sum Aasta Hansteen og Johan Sverdrup, men fyri minni pallar og felt, vil fjarstýring úr landi at vera loysnin. Fyrst skulu vit heysta royndirnar frá Valemon, sigur Nakken.

Kelda Statoil