Beinleiðis: Fyrsti tíðindafundurin við Trump forseta

Ingi Samuelsen

11.01.2017 - 16:07

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Um níggju dagar verður Donald Trump tikin í eið sum forseti í USA. Tí hava fjølmiðlarnir bíðað í spenningi eftir fyrsta almenna tíðindafundinum, har møguleiki verður at seta komandi forsetanum spurningar.

Fundurin verður hildin í kongressini í Washington, og skuldi eftir ætlan byrja klokkan 16 okkara tíð.