Roma vann sín bólk (Mynd: EPA)

Fyrstu 8 liðini víðari í Champions League

Ari av Rana

05.12.2017 - 22:22

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Manchester United, Basel, AS Roma og Juventus vunnu sær í kvøld víðari luttøku í ársins Champions League kapping.

Frammanundan vóru Paris Saint-Germain, Bayern Munchen, Chelsea og Barcelona longu víðari.

Í bólki A vann Manchester United 2-1 heima á CSKA Moskva, meðan Basel vann 0-2 á Benfica.

Alt var longu avgjørt í bólki B, har Bayern Munchen vann 2-1 á PSG. Hóast Anderlecht vann 0-1 á Celtic var tað ikki nokk at vinna sær luttøku í Europa League frammanfyri Celtic.

Við 1-0 sigri á Qarabag FK yvirtók AS Roma fyrsta plássið í bólki C. Chelsea endaði á 2. plássi eftir 1-1 javnleiki móti Atletico Madrid.

Í bólki D vann Barcelona 2-0 á Sporting CP, sum tí ikki megnaði at yvirhála Juventus. Tó hevði ein sigur ikki gjørt mun, tí at Juventus greiddi sína skyldu og vann 0-2 á Olympiakos, og endaði harvið á 2. plássi.