Glaðir og spentir aspirantnæmingar á Vinnuháskúlanum á skeiði á Trygdardeplinum við Áir saman við lærarum og leiðara. Mynd Jan Müller/oljan.fo. Sí eisini allar hinar myndirnar.

Fyrstu aspirantarnir gleða seg at fara út á heimsins høv



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

04.12.2015 - 14:55

Oljan >


Nýggja aspirantskipanin er einki minni enn eitt nýbrot í føroyskari maritimari søgu, sigur stjórin á Vinnuháskúlanum, Wilhelm Petersen við Oljan.fo, nú fyrstu aspirantarnir fara í praktikk við skipum hjá Smyril Line, Skansi Offshore og Thor Offshore.

Nú sunnudagin fara teir fyrstu av tilsamans 11 føroyskum aspirantum frá Vinnuháskúlanum í Havn út á heimsins høv at royna seg sum sjógarpar. Teir skriva søgu, tí teir eru tað fyrsta liðið av næmingum í spildurnýggju aspirant-útbúgvingini í Føroyum.

Hetta er ein útbúgving, sum fer at gera tað nógv lættari og hugaligari hjá føroyskum ungdómi, sum ætlar sær sjóvegin – at gerast skipsførari í framtíðar føroyska flotanum. Og hon er ómetaliga týdningarmikil, skulu vit føroyingar framhaldandi kunna kalla okkum eina maritima tjóð.

“Hetta er einki minni enn eitt nýbrot í føroyskari maritimari søgu,” sigur Wilhelm Petersen, stjóri á Vinnuháskúlanum og ein teirra, sum hevur arbeitt við at gera hesa nýggju útbúgvingarskipanina til veruleika.

Oljan.fo vitjaði Trygdardeplin við Áir hósdagin, tá teir 11 aspirantarnir tóku seinasta skeiðið í hesum fyrsta partinum av útbúgvingini, eitt sokallað stroppaskeið, sum er ein av fortreytunum fyri at kunna lúka krøv til at arbeiða umborð á skipi.

Tað var sjónligt, at lagið á næmingunum var sera gott henda dagin, nú m.a. stjórin á skúlanum kom við bókum og pappírum teir skulu fylla út og hava við sær, nú farið verður í praktikk á fyrstan sinni. Allir hava teir fingið praktikkpláss og skulu nakrir teirra heilt suður til Kongo og Angola. Teir flestu koma tó at arbeiða í Norðsjónum.

Risa frambrot

Nýggja aspirantútbúgvingin er einki minni enn eitt risastórt frambrot sammeta vit við gomlu útbúgvingina. Tí meðan tú fyrr fyrst mátti hava 36 mánaðar siglingartíð, áðrenn tú kundi fara í skúla, er skipanin so broytt til eina siglingartíð uppá 18 mánaðir undan skúlagongd og 18 mánaðir eftir lokna skúlagongd. Tað hevur man so upp gjøgnum tíðina, serstakliga í handilsflotanum, sæð sum eina forðing fyri at kunna seta við nýggjar yvirmenn. Gongdin hevur eisini verið tann, at tað hevur verið truplari at fáa hesa longu siglingartíðina.

Hetta er so orsøkin til, at man hevur fingið eina skipaða og stytri siglingartíð í staðin og skipaða soleiðis, at hon er partur av skúlagongdini. Tá er so nóg mikið við 12 mánaðar siglingartíð tilsamans.

Nýggja skipanin er so tann, at næmingarnir fyrst eru í skúla í 18 vikur, síðani fara teir í praktikk (siglingartíð) í 8 vikur ella so. Hetta er fyrsti parturin av siglingartíðini, sum tilsamans er 12 mánaðir. Eftir tað fara teir so aftur í skúla í 8 vikur. Og soleiðis heldur tað fram við at skifta millum skúla og sigling. Eftir tveimum árum fáa teir so prógv sum skiparar tvs. at teir kunnu føra skip upp til eina ávísa stødd. Vilja teir fara víðari til skipsførara, skulu teir ganga í skúla í hálvtannað ár aftrat. Tvs. at samlaða tíðin fyri at fáa skipsføraraútbúgving fer at taka hálvtfjórða ár. Hetta er væl stytri enn tann gamla skipanin, har tú saman við fullu siglingartíðini skuldi brúka upp í seks ár fyri at gerast skipsførari. Nýggja aspirantskipanin hevur verið í brúki í grannalondunum í fleiri ár. Tað hevur so eisini gjørt, at ungir føroyingar eru farnir av landinum at gerast skipsførari. Tað fer so vónandi at venda aftur við hesi skipanini vónar stjórin á Vinnuháskúlanum.

Ovurfegnir næmingar

Tá oljan.fo spyr næmingarnar, sum eru á skúlabonki við Áir, hvat teimum dáma hesa nýggju skipanina, siga allir í ein munn, at hetta er eitt ómetaliga stórt frambrot – fyri teir og vónandi fyri reiðarí og Føroyar sum heild. Og stjórin á Vinnuháskúlanum er samdur við teimum og kallar skipanina fyri eitt tað størsta frambrotið innan sjóvinnuútbúgving í Føroyum í nýggjari tíð.

Meðan grannalond okkara hava havt slíka skipan í mong ár, hevur tað verið eitt stórt ynski her í Føroyum at fáa eina líknandi skipan. Hetta bæði fyri at varðveita og nútímansgera hesa fyri Føroyar og føroyingar so týðandi vinnuútbúgvingarskipan. Nú er hon so veruleiki og royndarkoyrd við hesum fyrstu næmingunum, sum byrjaðu í Nóatúni í august. Og longu í januar verður nýtt lið tikið inn.

Umframt at kunna tryggja kontinuitet, so ber hon eisini í sær, at dygdin verður nógv betri. Treytin fyri at koma inn á skúlan er miðnámsútbúgving tvs. antin studentsprógv ella handilsskúlaprógv. So næmingarnir hava longu fingið eina góða barrlast, tá teir koma á skúlan. Eisini hevur henda skipan tann fyrimun, at næmingar við miðnámsskúlaútbúgving, og sum ikki hava hug til at fara víðari lestrarvegin, nú kunnu fara sjóvegin. Útbúgvingin kann so eisini vera við til at tryggja føroyska flotanum yvirmenn í framtíðini. Og fyri reiðaríini hevur hon alstóran týdning.

Maritimu Føroyar

Samanumtikið er hon einki minni enn eitt risafet og framstig fyri tær maritimu Føroyar. Og tað er ikki at undirmeta í hesum tíðum, har tosað verður um at menna Føroyar til ein martitiman tænastudepil og menna maritima arvin, so vit kunnu vera á øllum heimsins høvum við okkara skipum, og her ikki minst vera partur av framtíðar menningini í Arktis.

Nýggja skipanin er komin í lag gjøgnum eitt sera gott samarbeiði millum myndugleikar, skúla og reiðarí. Avtala er gjørd við Skansi Offshore, Thor Offshore og Smyril Line, har tey vilja taka næmingarnar í praktikk (siglingstíð). Hesir fyrstu næmingarnir fara komandi dagarnar umborð á føroysku frálandsskipini og tey trý skipini hjá Smyril Line.

Lesið eisini komandi greinar á oljan.fo um hetta maritima nýbrotið, sum uttan iva fer at hava alstóran týdning fyri samlaðu maritimu menningini í Føroyum í framtíðini.

Aspirantarnir eru:

Dan Bláberg                                                        
Eli Johannesen                                                  
Jóhannes Weihe                                              
Rógvi Helgi Skaalum                                       
Christian Suni Aakjær                                     
Hans Jákup Davidsen                                      
Jóhan Kristensen                                             
Jóhan Snæbjørn Skoubo Bærendsen      
Regin Ejdesgaard                                             
Steingrímur Ranghamar Hansen                
Teitur Vinjardsson Guttesen                       

Lærarar:  Pole Hansen, Frífinn Nolsøe. 

Deildarleiðari : Signheðin Davidsen

Skúlastjóri: Wilhelm Petersen