Fyrstu ferð í 135 ár: Bretar uttan kol í eitt samdøgur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

23.04.2017 - 09:25

Oljan > Olja > Umhvørvi

Kolið er á veg út úr orkuframleiðsluni í Bretlandi. Fyri fyrstu ferð síðani ídnaðarkollveltingina í 1800-talinum, hava bretar klárað seg ígjøgnum eitt heilt samdøgur uttan at brúka kol til framleiðslu av streym.

Tað upplýsir bretsla orkufelagið National Grid, sum kallar tað fyri ein varða í orkuframleiðsluni í landinum, skrivar dr.dk.

Sambært gridwatch.co.uk, sum heldur eyga við orkuframleiðsluni í Bretlandi, kom helvtin av nýtsluni í gjár frá natúrgassi og ein fjórðingur frá kjarnorkuverkum. Restin av orkuni kom millum annað frá vindorku.

At vit hava havt fyrsta arbeiðsdag síðani ídnaðarkollveltingina, har kol ikki hevur verið brúkt, er ein varði í orkuveitingini, sigur Cordi O’Hara, stjóri í National Grid við BBC.

Óhugsandi fyri tíggju árum síðani
Bretska tingið hevur gjørt av, at øll kolorkuverk skulu vera stongd í 2025. Hetta fyri at minka um útlátið, og sambært Hannah Martin frá Greanpeace í Bretlandi er kolfríi dagurin ein góður dagur.

- Fyri tíggju árum síðani hevði tað verið óhugsandi at ikki nýta kol í eitt heilt samdøgur. Og um tíggju ár verður okkara orku nýtsla aftur broytt, sigur hon.