Mynd: Jens Kr. Vang

Fyrstu ferð í fleiri ár at skráin er gjøgnumførd eftir ætlan

Sverri Egholm

13.08.2017 - 16:04

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Summarfestivalurin er av fyri í ár, og fyriskipararnir eru væl nøgdir hóast regnvátan hósdag.

- Hetta er fyrstu ferð í fleiri ár, at vit kunnu gjøgnumføra festivalin og skránna júst, sum vit høvdu ætlað tað, sigur Erik Biskopstø við Kringvarpið í dag.

Tað var hósdagurin, sum var tann keðiligi, tá tað umræður veður. Tað regnaði allan dagin og alt kvøldið. Men hóast tað, so vóru sera nógv fólk til høvuðsnavnið hetta kvøldið, Lukas Graham.

- Útgerðin bleiv vát, men hon bleiv fønað og turkað, og so kundi man koyra víðari, sigur Erik Biskopstøð.

Í gjárkvøldið var stóra konsertin við Toto, sum í ár var stóra høvuðsnavnið. Fílst hevur verið á, at ljóðið kundi verið harðaði og at heimskendi bólkurin ikki megnaði at fanga fjøldina.

- Kanska onkur heldur, at ljóðið kundi verið harðari, men tað er helst ein smaksak. Ljóðið bleiv harðari sum konsertin leið og tað er ofta soleiðis teir útlendskir bólkarnir gera, greiðir Erik Biskopstø frá.

- Ofta byrja útlendsku bólkarnir varliga og hava ikki so hart frá byrjan.

Tað hevur verið eitt sindur av kritikki av landsins størsta festivali, sum í ár bara hevði trý útlendsk nøvn. Men Erik Biskopstø sigur, at tá man hevur so stóran pall snýr tað seg um at hava stórar konsertir heldur enn fleiri smærri.

Les eisini: Vakrasta stað í heiminum kókaði til Toto - partvís

Sí eisini: Myndir: Leygarkvøld á Summarfestivalinum 2017