Mynd: Jens Kr. Vang

G! millum bestu festivalarnar í heiminum í 2018

Alda Nielsdóttir

02.06.2018 - 20:44

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

"Úr Føroyum til Ný Sælands, og úr Kolumbia og til Wales – har eru ov mikið av frálíkum festivalum í fjarskotnum og kendum støðum".

Soleiðis byrjar greinin "39 bestu tónleikafestivalarnar í heiminum í 2018", sum bretska tónleikaheimasíðan Gigwise legði út 24. mai í ár.

Á listanum eru m.a. festivalar í bæði Spania, Ný Sælandi og Japan.

Føroyski G! festivalurin og danski Roskilde Festivalen eru eisini á listanum.

"Eitt framúrskarandi, serstakt tiltak," skrivar Gigwise m.a. um G! festivalin.

Til ber at síggja allan listan og umrøðuna av G! festivalinum her.