Mynd: Sverri Egholm

Myndir: Gadus á beding hjá Mest í Havn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

11.01.2018 - 12:17

> Tíðindi > Føroyar

Flakatrolarin Gadus úr Klaksvík kom beint eftir nýggjár á Havnina, har teir skuldu á beding hjá Mest í Havn.

Talan er um vanligt viðlíkahaldsarbeiði, sum skal gerast við skipið. Eitt nú skal skipið málast og skifta sink.

Upplýst verður, at arbeiðið ikki fer at taka drúgva tíð, av tí at Gadus skal skunda sær aftur til fiskiskap í Barentshavinum.

Akraberg fór í síðstu viku aftur til fiskiskap í Barantshavinum, og Sjúrðarberg, sum hevur verið í Norra, har skipið er sandblást, fer eisini aftur til fiskiskap fyrsta dagin.

Hin flakatrolarin í føroyska flotanum, Enniberg, liggur eisini á Havnini, har ymiskt arbeiði verður gjørt við skipið, áðrenn tað fer aftur til fiskiskap í Barentshavinum.