Savnsmynd: Høgni Biskostø

Gadus er farin aftur til fiskiskap



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

20.03.2018 - 12:25

> Tíðindi > Føroyar

Flakatrolarin Gadus úr Klaksvík, setti í gjár kós móti Barentshavinum aftur.

Trolarin kom heim í síðstu viku eftir at hava verið til fiskiskap í norska partinum av Barentshavinum, og fiskiskapurin hevði verið góður.

Veiðan er nú landað í Klaksvík, og manningin, sum telur 32 mans, mynstraði aftur seinnapartin í gjár.

Gadus fer nú í russiskan sjógv at fiska. Skipari er Ólavur Biskopstø