Gakk ella renn á Summarfestivalinum

Tíðindaskriv

09.08.2017 - 10:11

Ítróttur > Ítróttur > Renning

Leygardagin á middegi skipar ítróttafelagið Treysti saman við Føroya Bjór fyri eini rennikapping á Summarfestivalinum í Klaksvík.

"Gakk ella renn fyri heilsuna 2017" kallast tiltakið har gávukort frá stuðlinum eru til vinnararnar.

Tiltakið er skipað soleiðis, at øll ganga ella renna í 15 minuttir "út" og so venda øll "heimaftur" í senn. Hetta hevur við sær, at øll byrja samstundis og at øll koma aftur næstan samstundis! Byrjað og endað verður við sølubúðina hjá Føroya Bjór.

Guttorm Sørensen frá Treystinum sigur:

- “Gakk ella renn fyri heilsuna” hevur aftur hetta summarið verið eitt sera vælumtókt tiltak, har fólk bæði koma út at røra seg og hava sosialan felagskap samstundis, og vit vóna at nógv fólk og eisini festivalgestir møta til “Gakk ella renn” á Summarfestivalinum. Ætlanin er, at gera hetta tiltakið til ein fastan tátt á komandi Summarfestivalum.