Savnsmynd (Mynd: Bjartur Vest)

- Galaxy ávirkaði tølini skeivan veg

Sverri Egholm

13.06.2017 - 11:57

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

Í tíðarskeiðinum frá 22. apríl til 14. mai røkti Galaxy Suðuroyarleiðina, meðan Smyril var í Danmark í dokk.

- Nú ferðafólkatølini fyri apríl og mai eru tøk, er greitt, at Galaxy hevur ávirka tølini skeiva vegin.

Tað heldur og skrivar í øllum førum Suðuroyarportalurin.

Skrivað verður víðari, at um hugt verður eftir ferðafólkatalinum fyri apríl og mai, er ávísur munur á tølunum í ár í mun til í fjør.

Apríl 2016
Ferðafólk: 20.268
Akfør: 7.592

Apríl 2017
Ferðafólk: 19.756
Akfør: 7424

Mai 2016
Ferðafólk: 23.324
Akfør: 7.698

Mai 2017
Ferðafólk: 20.079
Akfør: 8.328

- Ein av orsøkunum til minkandi ferðafólkatalið er helst, at Galaxy sigldi væl færri túrar um vikuna enn Smyril ger. Ein onnur orsøk er, at Galaxy brúkti langa tíð um Suðuroyarfjørð og ikki royndist eins væl í ivasomum veðri, sum Smyril ger. Hetta hevur helst ávirkað hugin hjá fólki at ferðast um Suðuroyarfjørð, skrivar sudurras.fo.

Les eisini: Er Galaxy tann versta avloysaraupplivingin hjá suðuroyingum?