Havnarfólk og nólsoyingar gjørdust kløkk, tá tey ein summarmorgun fyri meira enn 10 árum síðani gloppaðu vindeyguni og fingu eygað á risastóra oljupallin Stena Don. Mynd Jan Müller

Gamal kenningur frá føroysku oljuleitingini lagdur upp



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

04.11.2017 - 19:07

Oljan >

Hvør minnist ikki sjáldsomu sjónina, tá ein risastórur oljupallur á sumri í 2006 brádliga kom siglandi inn á Nólsoyarfjørð.

Pallurin, Stena Don, kom at seta sín dám á umhvørvið kring Havnina í fleiri dagar, áðrenn kósin varð sett út á landgrunnin at bora ein leitibrunn fyri Statoil og onnur oljufeløg.

Nú fer sami pallur í søguna. Eftirspurningurin eftir slíkum “gomlum” pallum er minkaður so mikið nógv, at eigararnir, Stena Drilling, hava gjørt av at siga upp teimum 180 fólkunum og at leggja pallin fyri teym í Invergordon í Skotlandi. Neyvan verður hann tikin í brúk aftur.