Gambiska felagið Gintos í B71 búnum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

19.01.2018 - 15:57

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

B71 slapp undan at tveita klæði burtur og nýggja ”bróðurfelagið” í Gambia fekk nógv sett av klæðum.

Tað er orsøkin til, at tú – um tú ert staddur nærhendis bygdini Bakoteh í Gambia – kanst koma út fyri at síggja ein fótbóltsdyst við leikarum, sum spæla í eyðkendu gulu troyggjunum hjá felagnum B71 úr Sandoy.

Frágreiðingin er henda, sum felagið skrivar á Facebook síni:

”B71 er ein felagsskapur sum livir av vælvild. Fyri at fáa endarnar at røkka saman, so krevst tað hollur stuðul frá fyritøkum, virkjum og einstaklingum. Uttan sjálvbodna arbeiðskraft og einum góðum baklandið, hevði tað ikki borið til hjá B71 at virka.

Tí royna vit, so títt og knapt vit kunnu, at løna vælvildini aftur upp á ymsar mátar. Í fjør stóðu vit við einari rúgvu av væl brúkiligari útgerð, bæði bóltar, handskar, skinnarar og klæðir, frá undanfarnum árum, ið vit ikki sjálvi høvdu tørv á, eftir at felagið hevði skift alla gamla útgerð út við nýggja.

Ungdómsvenjarin Bakary Bojang fekk tí upp í sekkir av leikaraklæðum, ið hann lat gamla fótbóltsfelag sínum, Gintos Football Academy í heimbygdini Bakoteh í Gambia, og tað eru hesir ungu leikararnir sum eru avmyndaðir.

Hettar var ein sera góð avtala fyri báðar partar. B71 slapp undan at koyra góð klæðir burtur og nýggja “bróðurfelag” okkara í Gambia fingu nógv sett av klæðum, ið Bakary sigur at teir eru yvirfegnir um.

Sandoyar Ítróttarfelag B71 ynskir Gintos Football Academy allarbestu eydnu í flottu gulu/bláu farvunum!

Drívið á B71 og nú eisini Gintos!”




beint nú