Game of Thrones ger upptøkur í Íslandi

Ari av Rana

02.02.2018 - 22:45

Mentan > List > Filmslist

Týsdagin gingu søgur um, at Game of Thrones stjørnurnar Kit Harrington og Emilia Clarke, sum spæla Jon Snow, og Deanerys Targaryan, vóru sædd í Íslandi.

Nú skrivar íslendska síðan Vísir, at nakrar senur í seinastu sesong í stóru sendirøðini, verða tiknar upp í Suðuríslandi.

Tó skrivar Vísir, at eingin av hinum stóru stjørnunum í sendirøðini verða við í Íslandi, og at øll fólkini, sum verða við í senunum, verða íslendskir statistar. Upptøkurnar vara einans í nakrar fáar dagar.

Upptøkur úr Íslandi eru við í sesong 2, 3, 4 og 7 í vælumtóktu sendirøðini.

HBO boðaði herfyri frá, at Game of Thrones ikki kemur á skíggjan fyrr enn í 2019. Upptøkurnar byrjaðu í oktober mánaði í før, og verða væntandi lidnar í august.



beint nú