Thunder liggur tungur í sjónum nú. Mynd: Simon Ager/Sea Shepherd

Gamli Vesturvón er farin at søkka

Jógvan Hugo Gardar

06.04.2015 - 12:05

>

Ein av havsins bandittum, trolarin Thunder, ið Interpol hevur eftirlýst kring allan heimin, er eftir øllum at døma við at søkka uttanfyri Sao Tomé í Guinea-flógvanum í Vestur-Afrika. Trolarin hevur verið svartalistaður síðani 2006.

Tað er Sea Shepherd-skipið Bob Barker sum boðar frá at Thunder hevur sent út neyðarkall. Bob Barker hevur fylgt við Thunder í 110 dagar, fyri at forða at trolarin heldur fram við sínum ólógliga fiskiskapi.

Thunder er sami trolarin sum í síni tíð var undir føroyskum flaggi, og kallaðist Vesturvón. Hann bleiv bygdur í Noregi í 1969, og kom tá til Føroyar. Hann var undir føroyskum flaggi til 1986, tá hann bleiv seldur til Onglands. Síðani er trolarin seldur fleiri ferðir, og hevur skift navn fleiri ferðir. Hann skal nú vera skrásettur í Nigeria.

Sambært Bob Barker skulu 35 av manningini á Thunder vera farnir í bjargingarbátar, og tað sær út til at hann lekur, og at sjógvur kemur inn í trolaran.

Sambært einum tíðindaskrivi frá Sea Shepherd er manninbgin á Bob Barker í gongd við at fyrireika bjarging av manningini á Thunder.

Skipari á Bob Barker, er fyri føroyingar ein kendur svii, Peter Hammarstedt. Hann samskipaði eisini hvalaátakið hjá Sea Shepherd í Føroyum í 2014.

- Vit hava fingið eitt neyðarkall frá Thunder, og tað sær út til at støðan hjá manning og trolara er hættislig. Skiparin á Thunder hevur sett seg í samband við okkum, og sagt at skipið søkkur. Vit eru nú vit at gera klárt til at senda ein bát fyri at hjálpa teimum, sigur Peter Hammarstedt, sambært einum tíðindaskrivi seinnapartin.

Sum skilst hava fleiri av manningini á Bob Barker verið umborð á Thunder. Har skal eingin vera nú. Sea Shepherd skal hava tryggja sær ymisk skjøl, fartelefonir, og fisk úr lastini. Sambært manningini á Bob Barker sær út til at manningin á Thunder hevur latið hurðar staðið opnar, tá teir fóru av trolaranum. Hurðar sum vanliga skulu læsast fyri at forða at sjógvur kemur um alt skipið.

Har sum Thunder er við at søkka skal vera djúpt, umleið 3800 metrar.


LES EISINI: Gamli Vesturvón royndi at sigla á Sea Shepherd-skip