Bob Barker roynir at forða gamla Vesturvón at fiska í indiska havinum. Mynd: Sea Shepherd

Gamli Vesturvón royndi at sigla á Sea Shepherd-skip

Jógvan Hugo Gardar

08.02.2015 - 16:46

> Uttanlands - Yvirgangur

Gamli Vesturvón, sum var undir føroyskum flaggi frá hann var nýggjur í 1969 til hann bleiv seldur í 1986, royndi í gjár at sigla á Sea Shepherd-skipið Bob Barker í altjóða sjógvi í útsynningspartinum av Indiska havinum. Hetta vil Paul Watson, leiðari í Sea Shepherd, vera við.

Sea Shepherd hevur lagt út fleiri myndir sum vísa hendingina frá brúnni á Bob Barker. Skipari á Bob Barker er ein fyri føroyingar kendur svii, Peter Hammerstedt. Hann var ein av oddafiskunum fyri Sea Shepherd átakinum móti grindadrápi í Føroyum farna summar.

Sea Shepherd hevur í vetur roynt at steðga ólógliga fiskiskapinum hjá fleiri fiskiskipum í Indiska havinum. Skipini hava ongar kvotur, og eru svartalistað um allan heim. Ein av hesum er gamli Vesturvón.

Sambært almennum skjølum eitur gamli Vesturvón í dag Ming 5 og hoyrir heima í Mongolia, men á eini av myndunum hjá Sea Shepherd stendur eitt av gomlu nøvnunum: Thunder og heimstaður Lagos. Eitt annað navn sum hann er víðakendur fyri at hava havt sum pirattrol navnið, og varð skrásettur í Belize. Árið eftir bleiv hann skrásettur í Togo, undir sama navni.

Í 2010 verður hann strikaður á skipalistanum í Togo, og kemur aftur í aftur í 2011, tá eitur hann Wuhan N4. Í 2012 eitur hann Thunder og er skrásettur í Lagos í Nigeria. Nú er hann skrásettur í Mongolia aftur við navninum Ming 5, men á skipinum stendur enn Thunder og Lagos.

LES EISINI: Her finnur tú fram til ólóglig fiskiskip

Sambært Paul Watson rendu skipini ikki saman í indiska havinum í gjár, men tað var um reppið at so hendi. Sea Shepherd vil vera við at teir hava steðga fiskiskapinum hjá Thunder á hesum sinni.