Thunder liggur tungur í sjónum. Nú er hann sokkin. Mynd: Simon Ager/Sea Shepherd

Gamli Vesturvón sokkin - liggur á 3800 metra dýpi

Jógvan Hugo Gardar

06.04.2015 - 14:12

>

Sambært Dagens Næringsliv er nú váttað at ein av havsins bandittum, trolarin Thunder, er sokkin í Guines-flógvanum. Hann skal liggja á 3800 metra dýpi nú.

Trolarin hevur síðani einaferð páksadag havt trupulleikar, og sjógvur er komin spakuliga inn í skipið. Ikki er greitt hvat sum er hent, men sambært Sea Shepherd-skipinum Bob Barker, so skal manningin ikki hava roynt at avmarka lekan, áðrenn manningin fór av skipinum.

Thunder bleiv upprunaliga, í 1969, bygdur til Føroyar, og kallaðist Vesturvón til 1986.

LES EISINI: Gamli Vesturvón er farin at søkka