Gekk sum fótur í hosu at flyta heilan risapall



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

09.06.2018 - 11:39

Oljan >

Fyri fyrstu ferð í oljusøguni varð ein heilur oljupallur nú um dagarnar fluttur á framleiðslustaðið við einum lyftiskipi, Pioneering Spirit, sum er heimsins størsta skip. Tað var ein av teimum risastóru pallunum, sum hoyrir til eina av størstu oljukeldunum í Norðsjónum, Johan Sverdrup, ið varð fluttur og síðani lyftur uppá pláss, eftir at hava staðið í gerð á norskari skipasmiðju í fleiri ár. 

Pallurin vigaði 22.000 tons og er ein av tilsamans fýra pallum, sum eru karmur um framleiðsluna á Johan Sverdrup. Higartil eru tveir pallar settir upp. Tað tók trý samdøgur at sigla pallin út og tríggjar tímar at fáa hann lyftan uppá pláss.

Pioneering Spirit kann lyfta lutir, sum viga upp til 48.000 tons. Tað er spildurnýtt og varð tikið í brúk í fjør. Ætlanin er at brúka skipið til at flyta gamlar oljupallar, sum hava tænt sína tænastu í oljuvinnuni og skulu til lands at takast sundur til víðari endurnýtslu, eisini nevnt sum decommissioning. Nú verður tað so eisini brúkt til at flyta nýggjar pallar. 

Keldur: Sysla og Energy Voice