Mynd: Kvf.fo

Gekkavinnarin hevur fingið sín bil



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

05.12.2017 - 16:52

Mentan > Mentan > Miðlar & fólk

Fríggjakvøldið vann Malan Nón Bjartalíð av Viðareiði ein bil av slagnum Mercedes í Gekkinum.

Í dag var 22 ára gamli vinnarin og heintaði hjá Waag & Company í Havn.

Tað var Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri, sum tók seðilin hjá Maluni úr stóru rúgvuni í forhøllini í Sortudíki, og tað var ein skelkaður viðingur, sum tók telefonina.

Eftir øllum at døma sat hon ikki frammanfyri sjónvarpi tá hetta hendi, og visti heldur ikki av, at seðilin var sendur inn. 

- Omma mín spældi fyri meg, og hon hevur sikkurt sent seðilin inn, segði Malan Nón Bjartalíð.

Slakir 80.000 gekkaseðlar vóru latnir inn og lógu í rúgvuni fríggjakvøldið.

Sí fleiri myndir á kvf.fo her