Mynd: Dávur Winther

Geo Caribbean sæst aftur á Klaksvíkini



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

26.02.2018 - 10:55

Oljan > Olja > Frálandavinna

Seinnapartin í gjár kom stóra seismikkskipið, Geo Caribbean, inn á Klaksvík.

Skiparin og stýrimaðurin umborð eru báðir úr Klaksvík, Høgni Vest og Jóan Magnus Johannesen, og nú teir vóru so nær Føroyum valdu teir at leggja leiðina framvið heimbýin. Sum skilst skuldi ein partur av manningini heim og nýggj manning umborð.

Skipið er 100 metrar langt og 28 metrar breitt. Tað sæst veruliga aftur í býarmyndini í Klaksvík.

Geo Caribbean fer avstað aftur í dag.