Mynd: EPA

George Michael deyður


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Sverri Egholm

25.12.2016 - 23:27

Mentan > Mentan > Tónleikur

Sangarin George Michael er deyður, 53 ára gamal.

Hann svav stillisliga inn í sínum heimi. Orsøkin til deyða hansara er ikki almenn enn, men sambært lokalum myndugleikum er einki undrunarsamt hesum viðvíkjandi.

George Michael er helst best kendur fyri tíð sína í bólkinum Wham, sum eitt nú hevur givið mest spælda jólasangin í nýggjari tíð, "Last Christmas", men hann hevur eisini givið nógvar sangir út sjálvur.

Hann hevur selt fleiri enn 100 milliónir fløgur.