Føroyski sendiharrin í London, Áki Johansen leggur ikki so lítið av orku í at stuðla føroyskum oljumyndugleikum at marknaðarføra framtíðar oljuleiting. Her vitjar hann á føroyska básinum í London herfyri

Gera vart við føroyska oljuleiting á messu í London



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

02.11.2017 - 12:16

Oljan >


Í døgunum 16. til 18. oktober var Jarðfeingi umboðað við bási á oljuráðstevnuni APPEX ICE 2017 í London. Ráðstevnan var væl vitjað, og fleiri umboð fyri oljufeløg vitjaðu  á føroyska básinum og fregnaðust um fjórða útbjóðingarumfarið eftir oljuleiting í Føroyum, sum hevur verið opið síðani 17. mai 2017 og letur aftur 17. februar 2018.

Oljufeløgini, sum vitjaðu básin, vóru oljufeløg, sum føroyskir oljumyndugleikar hava regluligt samskifti við, men har vóru eisini nøkur nýggj oljufeløg  at síggja, ið vanliga ikki eru at síggja á evropeiskum ráðstevnum. Summi av hesum oljufeløgunum eru nýggir aktørar í Norðurevropa.

Eisini fingu tey á básinum forkunnuga vitjan av m.a. føroyska sendimanninum í London, Áka Johansen, ið hevur hjálpt væl til at marknaðarføra fjórða útbjóðingarumfarið í London. Ætlandi fer Jarðfeingi eisini at luttaka á enn eini oljumessu í London í næsta mánað. Tá vera so góðir tveir mánaðir, til útbjóðingin letur aftur. 

Kelda: jf.fo