Get Out vann besta filmshandrit



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

12.02.2018 - 16:48

Mentan > List > Filmslist

Writers Guild Awards varð hildið í Los Angeles, USA, í gjár, har bestu filmsritini vórðu heiðraði.

Tað varð amerikanski røðufilmurin “Get Out”, sum vann tann heilt stóra heiðurin, nevnliga besta filmshandritið.

Get Out vann heiðurin frammanfyri filmunum “Lady Bird”, The Shape of Water”, “The Big Sick” og “I, Tonya”.

Tað er amerikanski skemtarin, sjónleikarin og filmsframleiðarin, Jordan Peele, sum fekk prísin fyri at hava skrivað handritið til Get Out.

Heiðurin “Besta filmsgerð”, tað er bók e.l., sum verður gjørd til film, vann filmurin “Call Me By Your Name”.

“Handmaid’s Tale” vann fyri bestu dramasendirøð, meðan “Veep” vann fyri bestu skemtirøð.

“Big Little Lies” vann heiðurin sum besta sendirøð, sum er bygd á eina bók e.l. “Last Week Tonightwith John Oliver” vann fyri besta talkshow, meðan “Saturday Night Live” vann besta sketchshow.